Hans Albert Hansen
Hoyvík
Valevni sambandsfloksins
www.hansalbert.com
Tann nógva ferðslan úr Hoyvíkshaganum um morgnarnar er til ampa fyri tey, ið ganga og súkkla. Nógv foreldur tora illa at lata børn síni fara til gongu ella á súkklu yvir í Hoyvíkar (S?)skúla, hóast Hoyvíkshagin er vælegnaður til bæði, tí hann er so slættur. Tað skulu ikki stórar íløgur til, fyri at gera farleiðina hjá hesum báðum bólkum nógv tryggari. Gonguteigar skulu gerast um allar vegir, ið ganga út á Vegin Langa og ljós eigur at varpast á hesar, tí ilt kann vera at síggja tey ferðandi í myrkri. Eitt dømi um hetta er gonguteigurin um Løgmannabreyt. (dømi: gonguteigurin um Løgmannabreyt). Súkklubreytir eiga somuleiðis at verða gjørdar eftir øllum teimum stóru vegun-um, (Flatarvegi, Djúpa-gilsvegi, Løgmannabreyt og Klingluni) ið ganga út á Vegin Langa, samstundis sum súkklubreyt eigur at verða gjørd eftir Vegnum Langa. Súkklubreytirnar kunnu gerast serskildar ella sum partur av gongubreytini, har ein strika skilur gongubreytina frá súkklubreytini. (eins og á R.C. Effersøesgøtu). Um hetta verður gjørt, fara óivað fleiri børn at ganga og súkkla í skúla og hevði hetta samstundis lætt um ferðslutrýstið nærhendis Hoyvíksskúlanum um morgnarnar. Súkklubreytir eiga eisini at verða gjørdar aðrastaðni í Havn har, sum hetta ber til, sum t.d. við teir størru vegirnar. Framyvir eiga súkklu- og gongubreytir at verða umhugsaðar í samband við nýggja vegagerð í kommununi.