Fleiri søgur um harðskapmálið í Klaksvík

Randi Jacobsen segði við Portalin í gjár, at hon ætlar at kæra løgregluna, sum, sambært henni, høvdu bukað tveir festivalgestir á Summarfestivalinum í Klaksvík. Andrass Reinert, sum var vaktur á staðnum, sigur, at tilburðurin fór als ikki soleiðis fram, sum Randi Jacobsen hevur greitt frá. Málið er væl og virðiliga blást upp, sigur hann við Rás2 í dag.

- Drongurin slóð meg fýra ferðir, tí eg vildi ikki lova honum inn á festivaløkið við vuvuzela-horninum, sigur Andrass Reinert.

Aftaná harðskapin var 17 ára gamli drongurin tveittur út frá festivaløkinum, og festivalarmbandið var tikið frá honum.

Løgreglan kom á staðið alt fyri eitt, og sambært Andrass Reinert, fór eingin harðskapur fram.

- Tað er ikki rætt, at løgreglumenninir hava nýtt óneyðugan harðskap. Og teir hóttu heldur ikki Randi Jacobsen, sigur Andrass Reinert.

Hann sigur, at hann fylgdi løgreglumonnunum og dreingjunum av staðnum, og at hann ikki sá nakran harðskap.

Men eini hjún í Klaksvík hava ikki sæð tilburðum við somu brillum sum Andrass Reinert.

Norðlýsið hevur prátað við tvey fólk, sum greiða soleiðis frá hendingini:

- Onkur fór yvir til politistarnar og bað teir sissa seg niður, men annar politisturin skrálaði: ?Halt kjaft, statt har!?. Ta løtuna, vit eygleiddu leikin, buktaðu løgreglumenninir armarnar á dreingjunum aftur um bak, og síðan smekkaðu teir høvdið inn í veggin á húsunum. Teir sparkaðu og slóðu dreingirnar. Annar drongurin var buktaður upp í loft og tveittur øvugtur út á bøin. Vit hava ongantíð sæð slíkt. Fólk fingu als ikki samband við politistarnar, sum vóru sjónliga uppøstir og óðir í høvdinum. Talan var um eina ógvsuliga hending, siga hjúnini við Norðlýsið.

Mamman at eina dreinginum sigur eisini, at sonurin er bukaður.

- Afturat var hann fyri mannminkandi uppliving, tá hann varð kannaður í endatarminum fyri rúsevni, sigur hon.

Peter Thysen, løgregluovasti, sigur við Rás2, at um onkur veit nakað um hendingina, verður heitt á tey at venda sær til løgreglustøðina.

Lesið greinina »Politiið meldað fyri harðskap her«

Lesið greinina »Danska løgreglan skal kanna harðskapsmálið her«