Fleiri Ruth Smith avdúkingar á 100 ára degnum

Ein higartil heilt ókend sjálvsmynd av Ruth Smith var millum avdúkingarnar á 100 ára degnum 5. apríl 2013.

Nógv hevur verið gjørt burturúr á Ruth Smith Fagnaðinum í Vági – frá 1. – 6. apríl, og á sjálvum føðingardegnum 5. apríl vóru avdúkingar av minnisplátu, bringumynd, málningi av Ruth eftir bróðurin William, og so ein heilt ókend sjálvsmynd eftir Ruth Smith, sum er komin úr Danmark sum gáva til Ruth Smithsavnið í Vági.

Tiltakið í dag, føðingardagin, byrjaði í góðveðri í gamla kirkjugarði í Vági, har minnispláta varð avdúkað við grøvina, har listasyskini Ruth og William Smith eru grivin. Mong í familjuni Smith vóru í Vági í dag og tóku lut í hátíðarhaldinum, og eftir at Sirið Stenberg, forkvinna í mentanarnevnd Vágs Býráðs, hevði sagt nøkur orð og avdúkað plátuna, legði Ruth Nolsøe – syskinnabarn listasyskini, blómutyssi á grøvina.

Mannamúgvan gekk síðani stutta teinin vestur í Gamla Skúla, har Ruth Smith Savnið heldur til. Maud Benjardøgg beyð vegna savnið vælkomin og leiddi tiltakið. Ljómur tók lut við sangi og leiðarin til høvið, Jóannes Nolsøe, frambar yrkingina eftir Karsten Hoydal; “Til Ruth”.

Ókend mynd undan kavi

Ikki minni enn tríggjar avdúkingar vóru síðani á skránni. Mynd málað av bróður Ruth,listamanninum Williami Smith, ein bringumynd av Ruth Smith, gjørd av listamanninum og italiumanninum Nonne, sum býr í Vági, og so ein ókend sjálvsmynd eftir Ruth Smith.

Søgan um ókenda málningin er í stuttum nøkulunda tann, at fólk í Keypmannahavn fingu myndina undir seinna heimsbardaga, tá Ruth Smith eisini var stødd har. Jóannes Nolsøe greiddi frá um tilvild og longu søguna um m.a. Onnu og Peter David Lacour, sum áttu myndina, um læknan Henrik Frandsen, sum eitt skifti arbeiddi í Føroyum, og um at tá fólkini, ið høvdi myndina doyðu, gjørdu arvingar av at fremja vilja teirra og fáa myndina til Føroya. Hetta er í stuttum søgan um hesa eitt sindur tilvildarligu hending, sum at enda førdi við sær, at savnið í Vági fekk eina heilt ókenda sjálvsmynd av Ruth Smith– og ikki undir í, at gleðin á savninum var ovurstór, tá myndin – hesin gloymdi, men goymdi gripur - kom til Føroya og á savnið í Vági.

Jóannes Nolsøe avdúkaði myndina.

Einar Larsen avdúkaði vegna Lions Club Suðuroy bringumyndina av Ruth Smith og málningin, sum William Smith málaði av Ruth, avdúkaði Sonne Smith.

Lions Club Suðuroy gav bringumyndina og málningin eftir William Smith varð latin av Árna Brattaberg og fleiri av familjulimum hansara.

Leygardagin 6. apríl er síðsti dagurin av Ruth Smith Fagnaðinumog byrjað verður við almennum morgunmati klokkan 10:00.