Fleiri áramálssettar starvslønir

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, vil økja játtanina mentanargrunn landsins til 10 milliónir.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ætlar at økja um játtanina til mentanargrunn landsins upp í 10 milliónir krónur, umframt at nýggjur tjóðpallur skal byggjast og játtanin til søvnini raðfestast.

 

Sambært landsstýriskvinnuni skal játtanin til mentanargrunnin vera økt til 10 milliónir um trý ár. Grunnurin skal umskipast, so at leik og lærd ikki skulu søkja úr somu pulju eins og at talið á áramálssettum starvslønum skal økjast. Landsstýriskvinnan metir, at tað er ov langt ímillum, at listafólk fáa arbeiðsnáðir í longri tíð.

 

Landsstýriskvinnan harmast eisini um vána standin hjá Søvnum landsins og ætlar sær at raðfesta tey komandi árini, bæði viðvíkjandi játtan og við at leggja størri orku í økið sum heild.

- -Tíverri mugu vit ásanna, at almennu Føroyar hava als ikki liva upp til tað, sum varð lovað tá, og hetta ávirkar sjálvandi stovnarnar og starvsfólkini, sigur landsstýriskvinnan, og sipar til, tá teir fýra stovnarnir vóru lagdir saman í Søvn Landsins. 

 

Á løgusíðuni hevur Mentamálaráðið eina stóra verkætlan í umbúnað á mentanarøkinum. Landsstýrið hevur sett 60 mió. kr. av til tjóðleikhús á Skálatrøð. Fyrireikingarnar til tjóðleikhús eru longu í gongd, og miðjað verður eftir at seta spakan í í 2018, sigur landsstýriskvinnan. Møguliga verða aðrir aktørar eisini partur av verkætlanini. 

-So hetta er ein serstakliga spennandi verkætlan, sum veruliga kann geva føroyska listaumhvørvinum betri umstøður, tí júst leiklistin er eyðkend av, at í henni rúmast allar aðrar listagreinir, líka frá tónleiki til skaldskap, sniðgeving og pallsmíð, sigur Rigmor Dam.