Fleiri ríkmenn í Moskva enn í New York

Russar keypa Ferrari-bilar og aðrar dýrar vørur sum ongantíð fyrr, og nú eru fleiri milliardingar í Moskva enn í New York

RÍKIDØMI

Fyri bara fýra mánaðum síðani hevði eingin býur í heiminum so nógvar milliardingar sum New York, men nú er Moskva farin framum. Sambært amerikanska tíðarritinum Forbes eiga 36 russar nú meiri enn eina milliard dollarar í part, og teir búgva allir í høvuðsstaðnum Moskva. Í New York eru teir 31 í tali.
Tann ríkasti russin er oljumaðurin Mikhail Khodorkovskij, sum eigur 15,2 milliardir dollarar. Hann hevur kortini ikki nógva gleði av pengunum júst nú, tí hann situr í fongsli ákærdur fyri skattasvik.
Næstríkastur er Roman Abramovitsj, sum er kendur í Vesturheiminum, tí hann eigur enska fótbóltsfelagið Chelsea. Sambært Forbes eigur hann 12,5 milliardir dollarar.
Tað er ikki heilt rætt at tosa um russiskar ríkmenn, tí á triðja plássi hjá Forbes er tann 41 ára gamla Jelena Baturina. Hon eigur sambært Forbes átta milliardir dollarar. Ein stóran part av pengunum skal hon hava fingið burtur úr byggisáttmálum hjá kommununi í Moskva, har maður hennara er borgarstjóri.