Fleiri politibilar komnir til landið

Løgreglan er farin at fyrireika seg til innrás av grindamótmælisfólki. Í hesum sambandi hevur løgreglan fingið útgerð, eitt nú fleiri salatføt, úr Danmark.

Við Norrønu í gjár komu fleiri politibilar - ella salatføt, sum vit vanliga kalla politibussarnar. Tað er sum liður í fyrireikingini hjá løgregluni til grindamótmælisfólk, at hesir bilar og onnur útgerð komu til landið.

Tað var fyrr í ár, at eitt nú Pete Bethune boðaði frá, at hansara umhvørvisfelagsskapur, ætlar sær hendan vegin í summar við eini 200 grindamótmælisfólkum at steðga grindadrápinum einaferð med alla.