Fleiri persónbilar seldir

Fyri fyrstu ferð í langa tíð er samlaða sølan av nýggjum akførum størri í mun til í undanfarna ár. Sølan av persónbilum er vaksin við 17,5 prosentum, meðan sølan av t.d. vøruvognum er minkað

Í nýggjasta tíðindaskrivinum frá Bileftirlitinum sæst, at sølan av nýggjum persónbilum er vaksin við umleið 40 bilum, meðan sølan av øðrum bilum er minkað. Frá januar til og við mars í fjør vórðu seldir 234 persónbilar í mun til 275 í ár. Samlaði vøksturin var upp á 5,3 prosent.