Fleiri pensjónistar arbeiða

Fyri fyrstu ferð er talið á arbeiðandi pensjónistum í Føroyum farið upp um 1000


Tað verða fleiri og fleiri pensjónistar í Føroyum, sum arbeiða.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at fyri fyrstu ferð er talið á pensjónistum, sum arbeiða, farið upp um 1000.

 

Er er talan um pensjónistar í aldrinum 67 til 74 ár.


Hinvegun er løntakaratalið í øðrum aldursbólkum minkandi.

 

Serliga týðilig er gongdin í teimum stóru aldursbólkunum, sum er fólk ímillum 25 og 39 ár og fólk ímillum  40 og 54 ár.

 

Í hvørjum av hesum bólki eru nú 100 løntakarar færri, enn tað vóru fyri fýra árum síðani.

 

Hagstovan sigur, at ein orsøk til, at broytingar eru í aldursbólkunum, er, at fólkatalið eisini broytist í hesum aldursbólkunum.

 

- Men tað er ikki øll frágreiðingin. Í aldursbólkinum frá 25 til 39 ár og í aldursbólkinum frá 40 til 54 ár, minkaði fólkatalið tilsamans 50 fólk, men tað eru 200 færri løntakarar í hesum bólkunum.

 

Talvan vísir, hvussu aldursbýtið hevur verið á løntakarum í Føroyum hesi fýra árini, frá 2010 til 2013.