Tað er ein stórur spurningur, hvussu vit kunnu tryggja, at ferðavinnan mennist kring landið.
Tað heldur Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn. Og tí spyr hon nú partamannin, Poul Michelsen, landsstýrismann í ferðavinnumálum, hvussu hann ætlar at trygga, at ferðavinnan verður ment, soleiðis at fólk á útoyggj, á smáplássum og avvarðandi annars, fáa gagn av tí.
Sostatt skal landsstýrismaðurin nú greiða Løgtinginum frá, hvussu hann ætlar, at ferðavinnan kring landið skal mennast. Í dag heldur hon nevniliga ikki, at tey fáa nokk burtur úr ferðavinnuni.
Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu hann ætlar at menna ferðavinna soleiðis, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar fáa ávirkan á arbeiðið at byggja hana upp. Og tað skal eisini gerast soleiðis, at ferðavinnan eisini fer at gagna útoyggjum og smáplássum.
Hanna Jensen spyr eisini um tað verður neyðugt at lata almennan stuðul til ferðavinnuni á útoyggj.
Hon vísir á, at tað verður aftur og aftur ført fram, hvussu møtimikið tað er at seta nakað í verk á útoyggj og tí verður tað eisini javnan nevnt, at tað er neyðugt við fíggjarligum stuðuli til at tryggja útoyggjarnar sum vinnuøki.
Men hon vísir á, at tað er eisini týdningarmikið, at ferðavinnan er burðardygg og ikki gongur náttúruni ov nær. Men ferðavinnan skal heldur ikki gera seg inn á sosial, mentanarlig viðurskifti, og bygdarlívið annars, heldur Hanna Jensen.