Fleiri P-øki í Klaksvík

Hesa farnu vikuna er tað seinasta asfalteringsarbeiðið gjørt á nýggja parkeringsøkinum millum bátabrúgvarnar og Nólsoyarpálsgøtu í Klaksvík.

Gongst sum ætlað, verður parkeringsøkið liðugt um fáar dagar, har økið eisini verður skipað við vegstrikum og parkeringsbásum, ið verða munandi fleiri enn frammanundan.

Norðan fyri pareringsøkið liggur nýggi FK-handilin, eystanfyri Nólsoyarpálsgøtu eru fleiri handlar.

Sunnan fyri parkeringsøkið liggur bensinstøðin og krambúðin hjá Effo, sum í løtuni verður dagførd og útbygd í samljóði við nýggja parkerings- og uttanumøkið.