Fleiri orsøkir til seinkingina

Varðhaldsfongslingin av føroyinginum, sum situr í Danmark, hevur drigið so nógv út, tí biðað hevur verið leingi eftir supplerandi kanningini, ið gjørd verður i Danmark

Á Portalinum í seinastu viku var ein heldur misvísandi frágreiðing um málið um, hví ein føroyingur hevur sitið varðhaldsfongslaður nú í meira enn 13 mánaðir.
Fleiri orsøkir eru til, at málið ikki er komið fyri rættin enn.
Hendingin, tá ið maðurin stakk varafútan í lærið, hendi 4. mai.
Á Psykiatriska Deplinum eru ikki so nógvir psykiatarar, og hann, sum gjørdi kanningina, hevði nógv annað arbeiðið umframt.
Ta fyrstu tíðina varð tilfarið savnað saman, og Kriminalforsorgingin gjørdi sína persónskanning. Tann kanningin var partur av samlaða tilfarinum.
Tað gjørdi ikki arbeiðið minni tvørligt, at bvarðhaldsfongslaði maðurin ikki vildi viðvirka.
So kom summarið, og 12. september var frágreiðingin hjá psykiataranum liðug.
Alt eftir hvør ákæran er, verður støða tikin til, um málið skal leggjast fyri Rættarlæknaráðið, og tað varð tað í hesum førinum.
Rættarlæknaráðið metir ikki, um ein persónur er egnaður at fara í rættin. Tað er ikki teirra uppgáva. Tey í Rættarlæknaráðnum meta út frá mentalkanningini, um tilmælið í kanningini er í lagu, og um tey vilja mæla til tað sama. Tað snýr seg í høvuðsheitum um, hvørt pertsónurin er umfataður av greinum í revsilógini, sum frítekur fyri revsing, og um persónurin í staðin skal hava viðgerð.
Tríggir limir eru í Rættarlæknaráðnum, sum luttka aí hesi metingini. Tað kann henda, at tey eru ósamd, ella gtey vilja hava okkurt lýst betur, og tá er vanligt at stig verða tikin til at gera eina supplerandi kanning.
Um rættarlæknaráðið heldur, at mentalkanningin ikki er í lagu, venda tey sær til tann, sum gjørdi kanningina, og tað varð ikki gjørt í hesum førinum.
Supplerandi kanningin varð gjørd í Danmark, og tí er skeivt at siga, at bíðað hevur verið so leingi eftir kanningini frá Psykiatriska Deplinum.