Fleiri orsøkir til ES-varsemi

Jónas Johnsson

 

Anders Fogh, státsministarin, var herfyri í Lissabon og váttadi nýggja stjórnarskipan. Men á teldu útróðri sást, at nýggja ES-stjórnarskipanin bara er tann vrakaða grundlógin í øðrum hami. TV vísti illan mann, sum vil stevna Anders Fogh Rasmussen fyri hesa níðinsgerðina ímóti danska fólkinum!

 

Juristar hava ruddað uppskotið fyri grundlógsorð, og síðan doypt tað at eita stjórnarskipan. Ljódar tað familiert? Tyngdin er óbroytt grundlóg. Tað prógvar nýggja skipanin, at velja forseta. Nú skifta ES-formenn hvørt ½ ár millum stjórnarleiðarar. Men í heyst skal fyrsti ES-forseti kjósast fyri 3½ ár. Og sjálvandi fær valdur forseti øgiliga økt vald, og limalondini tess minni. Evropasøga gloymd? Nú er vágin størri fyri at marionettur gerst forseti. Um td. pávin orðnar katolikkunum okkurt, so skulu teir altíð akta hesum ”Vicarius Christi”. Meirilutin ræður, og tað tráðnýtir pávin til sína dagskrá!

 

Tað er andsøgn at lata sjálvstýri, tá stevnan er sjávstýri! Fiskirættindi- og grunnar telja nógv fyri flestu føroyingar. Tilfeingið er ogn Fólksins. Men eisini aðrar sera góðar grundir eru til ES-varsemi. Katolikkarnir eru í stórum meiriluta í ES! Leksikon 2000 sigur, at 400 mió. katolikkar búgva í Suður- og Eysturevropa. Flestir í ES. Fólkakirkjan er viðfáningur av 70 mió. lutheranum heimsins – flestir í USA, N-týsklandi, Bretlandi og Skandinavia. Í ES eru færri enn 50 mió. ES er yvir 80% katólskt! Tyngdipunktið liggur í Vatikanium, í Róm, har „Vicarius Christi“ residerer. Elligamla skipanin fast altíð við langsiktaðan politikk. Og jesuittanna universitetir í USA undirstrika stóra virksemið. At loyndarfullar skipanir ganga á odda fyri pávan, undrar neyvan nakran søgufróðan.

 

Tony Blair konverteraði til katolikk beint komin út úr Downing Street. Og í gjár hoyrdist, at hann vil verða ES-forseti, og Fogh eisini. Her sampakkar næstan alt ov væl! Man trúarskiftið Blair´s hava verið rein opportunisma fyri atkvøður? Tað kann eingin fortonkja mær at meta! Aðrir felagsnevnarar ímillum Anders Fogh Rasmussen og Tony Blair eru so eisini teirra eltan av George Bush í kríggj. Um Anders Fogh gerst ES-forseti, kann kristna boðanarfrælsið væntast bannað. Hann vil hava allan átrúna úr almenna rúminum. Tað segdi hann aftaná Muhammed-kreppuna! Men sum Skriftin sigur: “Tú skal lýða Guði meira enn monnum!” Í kvøld las eg at Fogh er bodin vitja Bush í Texas.

 

Um Anders fær forsetan – vænta vit, at Edmund gerst nýggjur danskur státsministari. Og er hann tá í samgongu vid Høgna her heima, ja so fer nógv at liggja betur fyri? Tad er eisini tankavekjandi, at tá ið Páll pávi lá lit´de´prade, tá komu fleiri x-præsidentar á knøunum: Jimmy Carter, George Bush, senior og Bill Clinton, saman vid Bush junior, sum knelandi og æradu deyda pávan! Signalvirði!

 

Veljið ikki úlv í seydaskinni og andliga blind. Politisk einsporað koyra fegin í Mercedis á Edmund Joensen´sa: »breida vegi út í framtíðina!« Nei, gerid tad ikki! Veljid hin »smala vegin!« Føroyingar vita, at bert við at ganga á teimum smølum rásunum vinnist heilt upp á hægstu tindar.

 

Fráveljið Róm fyri mammon. Sannroynd er, at allir sáttmálar ES byggja á Rómverjasáttmálan!

 

Góðan D-dag!