Umframt viðgerðina av uppritinum um komandi samráðingar við donsku stjórnina vóru eisini fleiri onnur mál viðgjørd á landsstýrisfundinum í gjár.
Málið um føroyskan virðisbrævamarknað, sum Landsbankin leingi hevur arbeitt við, varð eisini viðgjørt, somuleiðis, sum uppskotið til løgtingslóg um broyting í kolvetnisskattalógini eisini var til viðgerðar.
Leingi hava ætlanir verið um at tappa og selja vant úr Sumbiarbergholinum, men hesar ætlanir hava ikki verið framdar í verki, tí ivasamt hevur verið, hvør hevur rættindini til vatnið, ið kemur innan úr fjallinum. Hetta mál varð eisini viðgjørt á landsstýrisfundinum í gjár.
Seinast á skránni fyri landsstýrisfundin varð viðgerð av, um málsøkið Sjúkrasystraskúli Føroya skal flytast frá Almanna- og Heilsumálastýrinum til Menamálastýrið.