Fleiri omanlop í morgun

Nú toybil og nógv regn varð eftir harða frostið í fleiri dagar, hevur tað ,sum so oftani áður, elvt til, at grót og annað tilfar er loysnað og rullað oman á vegastrekki ymsastaðni í landinum í morgun. Landsverk sigur, at Klokkan seks í morgun leyp grót undan loftinum við norðara munna, einar 50 metrar inni í Ritudalstunlinum í Kalsoynni.

Talan var um eini 300 kilo av gróti, har tann eini steinurin vigaði eini 200 kilo.

Grótið var beint burtur av vegnum rættiliga skjótt, og eitt jarnband, sum loysnaði undan loftinum undir grótlopinum, er sett uppaftur.

Klokkan 07.20 í morgun kom ein steinur oman á Viðareiðisvegum, har hann er smælstur. Steinurin vigaði nakað oman fyri 200 kilo.

Klokkan 08.40 leyp stóra áin millum Fjarða út á Oyndarfjarðarvegin, sum gjørdi tað trupult hjá ferðsluni at koma framvið. Støðan fekst tó skjótt í rættlag aftur.

Steinurin á myndini rapaði oman á Viðareiðisvegin í morgun.