Fleiri og fleiri vitja í Koltri

- Í fjør mettu vit, at toppurin varð náddur, men so var ikki, sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri.

- Fleiri ár á rað er ferðafólkatalið í Koltri økt ár undan ári, og seinastu tvey árini er talið økt munandi. Í fjør mettu vit, at toppurin varð náddur, men so var ikki. Vitjunartalið øktist við 58 vitjanum í 2016 ella tilsamans 232 persónum.

 

Tað sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, sum leggur aftrat, at av teimum vitjandi í 2016 vóru 83 prosent føroyingar, 12 prosent aðrir norðurlendingar - og 5 prosent fólk úr fjarskotnum londum.

 

- Eitt, sum hevur sermerkt hesi seinastu árini, er, at vitjanirnar eru spjaddar nógv meira kring árið í mun til fyri fáum árum síðan. Tó so, summarmánaðirnir eru framvegis nógv størstir. Men, nú byrja fólk fyrr upp á árið at vitja, og tey seinastu vitjaðu 17. desember í fjør.

 

Bjørn Patursson sigur, at nú ódnir hava herjað Føroyar, er líkasum eingin møguleiki at vitja í Koltri.

 

Í Koltri er tað er líkasum fyri og eftir, at "ribbátarnir" komu. Hesir bátar við stórari motormegi og serútgerð til ferðafólkini gera tað møguligt at sigla kring oyggjarnar við fólki í ymiskum veðri og til ymisk endamál.

 

- Ja, til tíðir er ókyrra lokkandi og ein avbjóðing fyri tey ferðandi og fyriskipararnar, sum avgjørt taka uppgávuna í álvara og gera stórar íløgur í útgerð og tryggleikan, sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri.