Fleiri og fleiri velja súkkluna í løtuni

Kring alt Europa er sølan av súkklum vaksin nógv seinastu vikurnar

Fleiri og fleiri fólk í Europa velja í hesum døgum at brúka súkkluna fyri at sleppa undan at brúka buss, tok ella annað, har nógv fólk ferðast saman.

BBC skrivar, at í Onglandi er sølan av súkklum tvífaldað seinastu vikurnar, og harafturat hava súkkluverkstøð kring alt Ongland havt úr at gera við at gera súkklur í stand fyri privatfólk.

Í Fraklandi hevur stjórnin gjørt av, at øll, sum fara á verkstað við súkklu síni fyri at fáa hana gjørda í stand, fáa 400 krónur í stuðuli frá stjórnini til umvælingar.