Fleiri og fleiri tilburðir av syfilis í Grønlandi

Ein nýggj frágreiðing hjá landslæknaembætinum í Grønlandi vísir, at tað serliga eru ung, sum vera smittað við syfilis

 

Talið av teimum, sum verða smittað við syfilis í Grønlandi, er veksandi. 

 

- Í 2024 vórðu staðfestir 242 tilburðir við syfilis í Grønlandi, og í 2023 var talið 212, vísir nýggjasta landslæknafrágreiðingin.

 

Í 2015 var ein smittutilburður fyri hvørjar 1000 íbúgvar í landinum, men nú - 10 ár seinni - eru fýra smittutilburðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar.

 

Tað eru serliga ung, sum verða smittað við syfilis.

 

- Fólk í aldursbólkinum 20-24 ár standa fyri sløkum 30 prosentum av smittutilburðunum, og tey 15-19 ára gomlu standa fyri 22 prosentum, veit Sermitsiaq, sum hevur hugt í landslæknafrágreiðingina, at siga.

 

Lagt verður aftrat, at kvinnurnar standa fyri 62 prosentum av smittutilburðunum.

Økið, sum er harðast rakt í Grønlandi, er býurin, Tasiilaq, og her eru 19,9 smittutilburðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar.

 

Sagt verður, at fimm av 13 býum í Grønlandi liggja omanfyri miðaltalið fyri alt Grønland, og í Nuuk eru 3,5 smittutilburðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar.