SÁTTMÁLI
Sosialurin hevði fatur í Vibergi Sørensen seinnapartin í gjár, og vit høvdu aftur fatur í honum í morgun. Men bæði í gjár og í dag var hann upptikin á fundi, tá vit hittu hann. Viberg er tó altíð fryntligur at tosa við, og tað er ikki tí, at hann ikki vil gera viðmerkingar, at vit ikki hava eina altuella viðmerking frá felag hansara í blaðnum í dag.
Fleiri í trupulleikar
Føroya Reiðarafelag metir annars, at høvuðstrupulleikin hjá fiskiflotanum er teir nógv hækkaðu oljuprísirnir.
- Høgu oljuprísirnir gera, at raksturin hjá einum parti av flotanum gevur hall fyri rentur og avskrivingar. So hvørt sum oljuprísurin hækkar, koma støðugt fleiri skip í hesa støðuna, sigur felagið.
Høvuðskravið hjá felagnum til hesar sáttmálasamráðingarnar hevur tí verið, at hjá øllum skipabólkum skal ein partur av oljuútreiðsluni dragast frá søluinntøkuni, áðrenn hýran verður roknað.
- Partarnir gjørdu avtalu um hetta undir sáttmálasamráðingunum í 2005, og felagið hevur kravt, at tað sonevnda oljuprotokollatið, sum partarnir undirskrivaðu tá, verður sett í verk.
Tá protokollatið varð gjørt, var oljuprísurin 2,20 krónur fyri liturin. Í avtaluni verður sagt: "Um listaprísurin á brenniolju fer upp um 2,90 krónur fyri liturin í einum samanhangandi tíðarskeiði á 30 dagar í sáttmálaskeiðnum, skulu sáttmálapartarnir taka upp samráðingar um møguligt býti millum manning og reiðarí av óvanliga høgu oljuprísunum."
Føroya Reiðarafelag vísir á, at í dag er listaprísurin á olju 4,90 krónur.
- Undir hesum samráðingunum hava manningarfeløgini blankt avvíst at standa við hesa avtalu, og tí var ógjørligt at koma til eina semju um ein nýggjan sáttmála, sigur felagið.
Løgdu skipini
Føroya Reiðarafelag hevur víst á, at í teimum førum, har reiðararnir eru vitandi um, at raksturin støðugt gevur hall fyri rentur og avskrivingar, hava teir skyldu til at gevast, so skuldin til kreditorarnar ikki økist.
- Tí er eingin annar møguleiki enn at leggja skipini, sigur felagið, sum so skjótt, sum samráðingarnar slitnaðu næst seinasta mánadag, kallaðu annan heimaflotan, sum er limur í felagnum, til lands.
Í løtuni er ikki líkt til, at nakar av pørtunum í sáttmálastríðnum hevur hug at venda aftur til samráðingarborðið, og tí er eisini púra óvist, hvussu drúgt sáttmálaloysi millum reiðarar og manningarfeløg kann gerast.