Trygd á sjónum
Nógvir føroyskir útróðrarmenn ansa alt ov illa eftir sær sjálvum og seta trygdina til viks, tá ið teir eru úti. Og hetta kann bæði koma at kosta teimum sjálvum og øðrum dýrt.
Hetta má verða niðurstøðan eftir eina samrøðu við Don Petersen, samskipara á Fjarskiftiseftirlitinum.
Don Petersen vísir á, at eftir lógini verða nøkur krøv sett til, hvørja trygdarútgerð bátar skulu hava umboð.
Tað, sum samskiparin hugsar um í hesum sambandi, er um radioútgerðina, sum skal verða umborð á bátum, tí tað er einans hana, sum Fjarskiftiseftirlitið hevur við at gera.
Ein lóg er eisini sum sigur, hvør trygdarútgerð skal verða umborð á bátum frá áttamannaførum upp til 20 tons.
Og eftir teirri lógini skulu bátarnir hava neyðsendara av vhf-slagi, fastgjørdan umborð. Tvs, at hann skal ikki vera berbarur.
?Men tað er ein støðugur og veksandi trupulleiki, at bátarnir ikki hava VHF umborð. Og tað er eisini ein støðugt og veksandi trupulleiki, at har vhf er umborð, dugir manningin ikki at brúka útgerðina.
Hann sipar til, at teir vita ikki, at neyðarkall verða send á rás 16 og at teir eiga at lurta eftir rás 16 eftir neyðarkallum og vita annars ikki, hvussu hon virkar.
Hann leggur afturat, at óhapp á sjónum hava tað við sær, at tey koma altíð fullkomiliga óvart á, tí ongin er fyrireikaður uppá eina neyðstøðu uppá standandi fót. Og ofta hava tey eisini tað við sær, at tey krevja eitt skjótt og miðvíst bjargingartiltak fyri at mannaskaði ikki skal standast av.
? Tá ið nú bátar ikki hava VHF umborð, ella menn ikki duga at brúka tað, koma teir sær sjálvum í stóran vanda við tað, at teir fáa ikki boð frá sær, skuldu teir komið í neyð.
? Men teir koma eisini øðrum í vanda, tí teir fáa heldur ikki komið øðrum til hjálpar, duga teir ikki at brúka útgerðina.
Hann leggur tó dent á, at hesar viðmerkingar einki samband hava við teir seinastu tilburðirnar, har opnir bátar hava siglt á land, tí tey viðurskiftini kennir hann onki til.
Fleiri møguleikar
Don Petersen vísir á, at nú á døgum eru fleiri møguleikar at fáa neyðboð frá sær, skuldi ein álvarslig støða tikið eg upp.
? Eitt er, hvat lógin krevur, eitt annað er, hvat útróðrarmenn sjálvir hugsa um at fáa sær umborð á bátin fyri at hava so góða trygd sum gjørligt fyri teirra egnu skyld.
Eitt er vanliga neyðarkallið á vhf.
Men nú á døgum er eisini eitt sum eitur ? Digital Selective Calling?, vanliga stytt DSC . Á føroyskum kallast hetta ?talgilt úrveljandi kall?.
Teir nýggju Vhf sendararnir, sum ikki eru lógarkravdir, enn, í hvussu so er, hava ein reyðan neyðknøtt.
Er vhf sendarin íbundin GPS, opg trýst verður á neyðknøttin, sendir hann í somu løtu neyðarkall til allar aðrar bátar við somu útgerð og til Tórshavn Radio, sum hevur vakt 24 tímar um samdøgurið.
Samstundis sum sjálvvirkandi neyðarkallið verður sent, verður nummarið á bátinum og ein heilt neyv knattstøða eisini uppgvin av sær sjálvum.
Don Petersen sigur eisini, at tað ber eisini til at fáa tól umborð, sum eitur EPIRB.
? So títt og knapt hetta tólið verður vátt, tvs, kemur í sjógv, fer tað at senda neyðarkall av sær sjálvum.
? So møguleikarnar at tryggja seg eru góðir, men tíverri eru tað nógvir, sum als ikki brúka hesar møguleikar, hvørki teir, sum eru lógarkravdir og enn minni teir, sum tað ber til at fáa sær afturat.
? Eg veit ikki um tað er tí, at teir ikki taka trygdina í nóg stórum álvara. Men tað er eisini ein sannroynd, at tað er frægari summastaðni í Føroyum enn aðrastaðni.
Don Petersen heldur, at tað kann hava samband við, hvussu lætt tað er hjá útróðrarmonnum at sleppa á skeið í hesum viðurskiftum.
? Men vit kunnu tíverri ikki annað enn staðfesta, at hetta er ein veksandi trupulleiki hjá bjargingarmyndugleikunum, men ikki minst hjá teimum sjálvum, sum koma í neyð.
Og hann heldur, at einasti máti at koma hesum til lívs, er at upplýsa og at geva øllum møguleika at sleppa á skeið í økinum, har teir búgva.
4.500 prógv
Don Petersen sigur, at leikluturin hjá Fjarskiftiseftirlitinum er, millum annað, at vera próvdómari, tá ið skeið eru og at geva radioloyvi til bátin og loyvi til menninar at brúka radioútgerðina.
? Vit hava latið eini 4.500 loyvi, men trupulleikin er, at menninir, ið standa sum próvhavarar, men at teir, sum í veruleikanum eru við bátunum, eru aðrir menn, sum ikki duga at brúka útgerðina.
Men hann skoytir eisini uppí, at tað vísir seg, at trupulleikin er størstur á teimum minnu bátunum. Á teimum størri útróðrarbátunum er støðan frægari, men ikki nøktandi og umborð á teimum stóru skipunum er støðan heilt góð.
Óráð við fartelefonum
Hann nevnir eisini hetta, at fólk í størri og størri mun seta álitið nú á fartelefonirnar.
? Fartelefonir eru hentar at hava umborð sum alternativt samskiftisamboð, men tær eru als ikki nøktandi tá ræður um neyðstøður á sjónum.
? Tær hava t.d. ongan neyðknøtt og í eini knappari vending er skjótt at trysta skeivt nummar.
? Tað er eisini nógva staðni, at fartelefonin als ikki røkkur, tí onki net er og tí eru tað óráð hava fartelefon sum einasta neyð-samskiftisamboð umborð á bátum og skipum, sigur Don Petersen.