Flaggdagshald við futti í ? bæði í Fámjin, á Sandi, í Hvalba og í Vestmanna, har flaggdagshaldini sunnudagin verða tvinnað saman við átøkum fyri rørslu.
Flaggdagin fagna vit merkinum og okkara tjoðskaparliga samleika, lýða á røður og syngja í felag.
Vit fagna várinum og øllum livandi, sum aftur kemur uppundan og reisir seg við nýggjari megi, eins og vit kenna lívshugan brúsa í okkara egnu limum.
Soleiðis yrkti Mikkjal á Ryggi um hesa vársins vaknandi megi - í tátíðar myndum:
Fannir tiðna í fjøllum
og glerið tiðnar í á,
sólin skínur á vøllum
og stavar á vík og vág...
Hitt góða veðrið lokkar
læandi inn um rút:
?Bein burtur ull og rokkar,
Kom út, kom út, kom út!?
Her man eg sælu kenna,
her rennur blóðið lætt,
her kann eg limir spenna
og fái ryggin rætt,
teir stirvnu liðir mýkja
og skoða um meg vítt.
Víða um landið skipa tey fyri flaggdagshaldi, skótar, ítróttarfeløg og kommunustýri. Men í ár eru nýggir tónar. Nú bjóða tey fólki annað og meir enn bert at koma og lýða á. Nú skipa tey fyri tiltøkum, ið bjóða okkum at fáa gongd á blóðrenslið, at fáa tað góðu kensluna í kroppinum og sinninum av at røra seg.
- Hetta var áður nakað, havnarfólk við árligu Flaggdagsrenningini høvdu fyri seg sjálvi. Men so er ikki longur. Nú hava tey, sum skipa fyri Flaggdagshaldunum í Fámjin, á Sandi, í Hvalba og í Vestmanna ? og óivað aðrastaðni við ? tikið av. Og skal eg vera heilt erligur, so ljóðar tað eitt sindur stuttligari, enn at renna teir sjey kilometrarnar tvær ferðir aftur og fram úr miðbýnum í Havn, út til tyrlupallin, og aftur, sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður.
Í Fámjin fara tey ein langan túr millum Øravík og Fámjin.
Á Sandi fara tey allan teinin runt um Sandsvatn, til gongu ella rennandi.
Í Hvalba fara tey at renna kapp á fótbóltsvøllinum.
Í Vestmanna fara tey runt um bygdina, inn á Fjørð, út eftir Bakkavegi, niðan Gerðisbrekku, út á Stíggj og aftur inneftir Toftavegi...
- Allastaðni gert tú sum hugurin og førleikin er, fer til gongu, ella rennur, ella við barnavogninum, ella við koyristólinum. Hetta er hugaligt! Góðan túr Flaggdagin, sigur Hans Pauli Strøm.