So hvørt sum bilar og vegakervið mennast, koyra fólk longri og longri til arbeiðis.
Í 2010 gjørdi Landsverk eina kanning út frá talinum av teimum, sum søktu um ferðastuðul frá Taks. Henda kanning varð borin saman við eina sama slag kanning í 2005.
Í 2005 koyrdu 2.400 fólk í miðal 58 km um dagin til og frá arbeiði. Í 2010 var talið á pendlarum vaksið til 3.000 fólk, sum í miðal koyra 56 km um dagin til arbeiðis og heimaftur..
Yvir 1000 fólk fara til Havnar til arbeiðis hvønn dag, og nøkur og 80 fólk fara úr Havn til arbeiðis aðrastaðni.
Pendlarataluð til og úr Klaksvík er nógv broytt, síðan Norðoyatunnilin læt upp. Tað er seræiga millum Eysturoynna og Klaksvík, at tølini eru nógv vaksin. Í 2005 vóru 18, ið feraðust til Klaksvíkar til arbeiðis og sjey úr Klaksvík. Hesi tøl vóru í 2010 ávikavist 79 og 58.









