Fleiri og fleiri grønlendingar

FÓLKATAL Færri og færri grønlendingar flyta av landinum, meðan fleiri og fleiri flyta til Grønlands. Tað merkir, at fólkatalið á fyrsta sinni í langa tíð hækkar.

Tað sá annars ikki so gott út við fólkatalinum.
Í 2005 vístu hagtølini, at tað búðu 56.969 fólk í Grønlandi, men síðani tók talið at minka.
- Fólkatalið minkaði, men í dag kunnu vit staðfesta, at talið hækkar aftur. Enn eru vit ikki komin upp á talið frá 2005, men tað verður vónandi so, verður sagt.
Við ársbyrjan í ár búðu sostatt 56.615 fólk, vísa nýggjastu hagtølini frá Grønlands Statistik.
Hetta eru 163 fleiri enn somu tíð í fjør, og er á leið sama tal sum fyri 10 árum síðani.
Ein orsøk til tilflytingina er sum nevnt, at færri flyta av landinum, men at tað serliga eru útlendskir statsborgarir sum økja talið.
Við ársbyrjan búðu sostatt 149 thailendingar í Grønlandi, meðan fólk úr Filipsoyggjunum, Svøríki og Íslandi telja eisini væl í hagtølunum yvir útlendskar borgarar í landinum.