Dagligur leiðari á Kunningarstovuni í Vágum - visitvagar.fo - er Sølvi Simonarson, og hann hevur starvast her síðan 1. mai í 2015. Fimm fólk eru knýtt at Kunningarstovuni, og hetta svarar til umleið trý ársverk.
Kunningarstovan í Vágum er opin í dagtímunum, og hon er eisini opin, tá flogførini koma og fara.
- Okkara uppgáva á flogvøllinum er at veita kunning til ferðafólk, sum koma til landið, og her er talan bæði um kunning um Vágar, men eisini um Føroyar sum heild.
Sølvi Simonarson vísir á, at Kunningarstovan í Vágum er ogn hjá Felagnum Vágar, og samstarvað verður eisini væl við kommunurnar í Vágum.
- Okkara uppgáva er at veita kunning um ta vinnu, sum er her í Vágum eins og at tæna kommununum og borgarunum í oynni.
Leiðarin sigur, at uppgávurnar hjá Kunningarstovuni eru ymiskar og rættiliga fjølbroyttar.
- Vit leiga út summarhús og íbúðir, og vit selja ymisk ferðatilboð fyri veitarar í oynni. Vága gongufelag er endurstovnað, sum vit eru í tøttum samstarvi við, og vit hava Lakeside og aðrar útbjóðarar á ferðavinnuøkinum, sum vit samstarva við.
Hann sigur, at skipað verður fyri gongutúrum við ferðaleiðara, og her er talan bæði um stuttar og langar túrar - alt eftir, hvat tey ferðandi kunnu ynskja sær.
Sølvi Simonarson sigur, at talið av ferðafólki, sum vitja í Vágum, er veksandi, og hann fegnast um, at alt fleiri og fleiri føroyingar eisini leita sær í Vágar.
- Her eru nógvir møguleikar, bæði til gongu og í báti, og Mykines-túrurin er hin mest eftirspurdi, sigur leiðarin á Kunningarstovuni í Vágum, sum húsast í hølum hjá Vága Floghavn.