Fleiri og fleiri í Eysturkommunu

Gongdin kring landið er hon, at fólkatalið minkar á flestu støðum. Men í Leirvík og Gøtunum er øðrvísi.

Frá 2005 til í dag er fólkatalið vaksið við 4,7 %, svarandi til 90 fólk.

- Hetta má sigast at vera ein stórur fólkavøkstur, tá hugsað verður um, at fólkatalið í landinum einans er vaksið 1,8 % sama tíðarskeið, verður sagt úr Eysturkommunu.

Frá 1. januar 2010 til í dag er fólkatalið í Eysturkommunu vaksið við 22 fólkum, svarandi til 1,1 %. Í øllum landinum var ein lítil minking í fólkatalinum við 57 fólkum.