Meðan aðrar vinnugreinar ganga aftur í løntakarum, er fiskavøruídnaðurin í stórari framgongd. Framgongdin er næstan 12 prosent Í mars vóru 24.190 løntakarar í Føroyum.
Hetta er 698 færri enn í mars í fjør. Sjálvt um tað framvegis eru færri løntakarar enn í fjør, so minkar munurin alsamt. Í januar vóru yvir 4 prosent færri løntakarar samanborðið við januar í fjør, men í mars var munurin tódnaður til 2,8 prosent.
Tað eru færri løntakarar innan flestu vinnugreinar, men tó ikki í fiskivinnu og aðrari ráevnisvinnu.
Orsøkin er at innan fiskavøruídnaðin hevur verið stór framgongd seinastu tíðina og starvast 181 fólk fleiri har nú enn tað gjørdi í mars í fjør. Framgongdin er næstan 12 prosent.
Størsta afturgongdin er í byggivinnuni og aðrari tilvirking, har er afturgongdin 11 prosent samanborið við í fjør.