Tað hevur verið ymsir trupulleikar viðvíkjandi útvegan av grundøkjum runt í bygdunum í Tórshavnar kommunu.
Hetta er eisini greitt komið fram á val- og veljarafundunum, ið verið hava runt í økjunum.
Ymsar orsøkir hava verið nevndar, m.a. kostnaðurin av byggibúning, fígging, fáa jørð til vega v.m.
Talan er í mongum førum ikki um tær stóru verkætlanirnar, men heldur um nøkur grundøkir, sum verða løgd afturat verandi býlingum. Fyri at fáa kostnaðin niður á grundøkjunum í bygdunum, soleiðis at ein verulig búseting kann fara fram og trivnaðurin økjast, so er ein loysn at slaka krøvini til eina útstykking viðvíkjandi breidd á vegi, gongubreyt, asfaltering, v.m, tó uttan at hetta gongur út yvir ferðslutrygdina.
Hetta er eitt mál, ið eigur at hava hægstu raðfesting hjá komandi býráðssetu.










