Fleiri nýggj fólk í nevnd hjá ÍF

Mikudagin var nevndarval hjá ÍF. Bæði starvsnevndin og ungdómsnevndin skuldu hava nýggjar nevndar- og tiltakslimir. Nógv fólk vóru møtt til valið, sum var í felagshølinum, í nýggja ÍF-húsinum. Báðar nevndirnar blivu mannaðar.

 

Í starvsnevndina skuldu tveir nýggir limir veljast, tá tað frammanundan var greitt at Leif Andre Eliasen (fráfarandi næstformaður) og Jóhan S. Ellingsgaard (fráfarandi nevndarlimur) ikki stillaðu uppaftur. Georges Rouah stóð eisini fyri vali, og bleiv hann afturvaldur. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Formaður: Georges Rouah

 

Næstformaður: Hjalti Lundsbjerg

 

Kassameistari: Høgni á Lakjuni

 

Skrivari: Marta Sólheim Thomsen

 

Nevndarlimur: Annika Breiðaskarð (nývald)

 

Tiltakslimir: Eivind Breiðaskarð, Linda Joensen og Fríði Reinert Petersen (øll nývald)

 

Hildigarð Eliasen heldur ikki fram

 

Í ungdómsnevndini stóð Palma Tausen fyri vali, og hon bleiv afturvald, ímeðan Hildigarð Eliasen, ikki stillaði uppaftur. Jenny á Lakjuni bleiv vald sum nevndarlimur og Rógvi Odvørson bleiv valdur sum tiltakslimur. Ungdómsnevndin hevur ikki endaliga skipað seg enn, men hesi eru limirnir:

 

Jonn Sólheim Thomsen, Mary-Ann Zachariassen, Palma Tausen, Sigga Óladóttir, Jenny á Lakjuni og Rógvi Odvørson.

 

– At enda vilja vit takka øllum fráfarandi nevndarlimum fyri teirra íkast til felagið, og ein tøkk til øll tey sum møttu. Ein serlig tøkk til Hildigarð, fyri hennara stóra nevndararbeið ígjøgnum nógv ár.