Fyrr í vikuni vóru sjey nummarplátur stolnar av bilum í vesturbýnum í Havn, og nú spyr løgreglan eftir hjálp.
Fyrr í vikuni varð boðað frá, at sjey nummarplátur vóru stolnar náttina til fríggjadagin. Løgreglan hevur enn ikki funnið fram til hvør hevur gjørt hetta, og heitir tí á fólk um at hjálpa.
- Vit vilja fegin hava vitnir at ringja til okkara, um tey hava sæð okkurt illgrunasamt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Hevur tú sæð okkurt sum kann hava tilknýti til hetta málið, so er at ringja 351448, sum er nummarið hjá løgreglunistøðini í Havn.