Nú er nakað síðani, at boðað varð frá, at tónleikafagnaðurin Við Múrin kemur aftur undan kavi, eftir at hava verið einaferð, uttan at tað riggaði ta ferðina at rinda hvørjum sítt og tískil halda fram.
Men nýggjar kreftir hava reist tiltakið úr øskuni aftur, men ein tíð gekk, innan ein verulig skrá kom undan kavi. Nú eru so nøvn komin í røð og her eru í øllum førum nøkur teirra, ið fara á pall Við Múrin 2. ti 4. juli.
Terji og Føstufressar
Nalja
Páll Finnur Páll
Signar í Homrum
Janus W. Mortensen
Ester Kristiansen og Jens Marni Hansen
Steso










