Fleiri nevndir í býráðnum í Havn

Teir tríggir býráðsliminir, sum Tjóðveldi fekk í Tórshavnar Býráð vilja hava fleiri fastar nevndir í býráðnum.

Tey trý, Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam staðfesta enn einaferð, at tey vilja fegin, at samgongan ímillum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin heldur fram hóast Javnaðarflokkurin fekk so gott val, at hann fekk sjey býráðslimir og sostatt kann skipa meiriluta einsamallur.

Sitandi samgongan fekk 10 av 13 umboðum og tískil eigur hon at halda fram, halda tey.

Teir tríggir býráðslimirnir fyri Tjóðveldi tulka valúrslitið soleiðis, at veljarin hevur víst Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, og serliga borgarstjóranum sjálvum, at teir vilja hava samgonguna at halda fram.

- Tjóðveldi mælir til, at borgarstjórin ásannar, at tveir triðingar av veljarunum góvu samgonguflokkunum dygga álitisváttan og áheitan um at halda fram við samstarvinum næstu býráðssetu.

Tey í Tjóðveldi halda, at tá samgongan er vaksin upp í 10 býráðslimir, er tað nattúrligt, talið av nevndum eisini verður hækkað.

Í løtuni eru sjey fastar nevndir í býráðnum, men Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam halda, at tað eiga at verða tíggju fastar nevndir.

Við fleiri nevndum kundi kommunan farið undir ein miðvísari arbeiði á fleiri átrokandi økjum. Eitt nú kundi ein miðbýarnevnd málrættað arbeiðið at gera miðbýin í Havn meira livandi.

- Ein vinnunevnd kundi birt upp undir og savnað alt arbeiði, sum skal gerast á vinnuøkinum í kommununi, bæði í fiskivinnuni, tænastuvinnuni, byggivinnuni, landbúnaðinum og nýskapan.

Tað er eisini neyðugt at ein nýggj nevnd verður skipað at samskipa arbeiðið í bygdunum.

- Valstríðið vísti greitt, at nógv viðurskifti liggja á láni, og í nevndini skal arbeiðast fyri, at bygdirnar verða nútímansgjørdar, sigur Tjóðveldi.

- Sostatt verða tær føstu nevndirnar í býráðnum, fíggjarnevndin, mentamálanevndin, sosiala nevnd, heilsu- og umhvørvisnevndin, byggi- og býarskipanarnevndin, tekniska nevnd, havnarnevndin, sum longu eru nú, umframt tær tríggjar nýggju nevndinar, sum verða miðbýarnevndin, vinnunevndin og økisnevndin.