Fleiri nevndarfundir

Tríggjar av løgtingsnevndunum høvdu fund í gjár

Fyrrapartin í gjár høvdu vinnunevndin, trivnaðarnevndin og uttanlandsnevndin fund.

Til viðgerðar hjá vinnunevndini var uppskotið til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, uppskotið til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund og uppskot til løgtingslóg um skipa og vørugjøld.

Trivnaðarnevndin viðgjørdi uppskotið til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Lov om patienters retstilling«.

Høvuðsmálið á skránni hjá uttanlandsnevndini var ikki, sum væntað, uppritið til samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna. Hetta mál kom ikki nevnini í hendi til tíðina, og tí var høvuðsmálið viðgerð av uppskoti til samtyktar um góðkenning av millumlandasáttmála frá 4. apríl 1997 um mannarættindi og lívlæknafrøði. Eisini vórðu ymisk onnur smámál viðgjørd.