Fleiri neistafólk til Íslands

Komandi mánadag fer Inga F. Danberg til royndarvenjingar hjá ÍBV, har fyrrerandi liðfelagin, Gunnleyg Berg eisini er í leikarahópinum

 

Í farnu viku skrivaðu vit, at komandi kappingarárið verður Gunnleyg Berg ikki at síggja á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum.

Eftir at hon saman við Anniku Ljósstein úr Stjørnuni hevði royndarvant við ÍBV av Vestmannaoyggjunum, gjørdi hon í farnu viku sáttmála við felagið.


Bakspælara

Í tí sambandi varð nevnt, at felagið framvegis leitaði eftir einum vinstra bakki, tí hugurin hjá Anniku ikki var nóg stórur. Enn eina ferð hevur felagið vent eyguni móti Føroyum, og nú er tað Inga F. Danberg, sum hevur fingið tilboð um at koma til Íslands at royna seg.

Inga váttar fyri Sosialinum, at hon komandi mánadag fer til Íslands, men í fyrsta umfari vil hon ikki leggja ov stórt trýst á seg sjálva í so máta.

- Eg taki hetta fyrst og fremst sum eina stóra uppliving, so eg verið ikki vónbrotin, um eingin sáttmáli spyrst burturúr. Hinvegin eri eg eisini til reiðar at taka av, um tað skuldi gingist nóg væl undir venjingunum, tí skal eg sleppa at royna hetta, so má tað vera nú, heldur Inga.

Í fyrsta umfari verður talan um, at Inga skal venja við íslendska liðnum í eina viku. Gongst hetta nóg væl, verður talan helst um eitt tilboð, sum spælarin so kann taka av ella vraka.

Kemur tað somikið langt, verður talan væntandi um eitt tilboð, álíkt tí hjá fyrrverandi (og kanska komandi) liðfelaganum, Gunnleyg. Tað vil við øðrum orðum siga, at umframt at spæla hondbólt, skulu spælararnir eisini arbeiða hálva tíð.