Fleiri næmingar í Hoydølum burturvístir

Í seinastuni eru millum 15-20 næmingar burturvístir úr Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.

Í seinastuni eru millum 15-20 næmingar burturvístir úr Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. tí teir hava ikki verið nóg nógv í skúla. Fleiri av næmingunum hava kortini fingið onnur tilboð enn burturvísing.

 

Rektarin í Hoydølum, Herleif Hammer, heldur ikki, at talið er so stórt.

 

-Tað kunnu vera nógvir ymiskir trupulleikar, ið gera, at næmingarnir verða burturvístir, sigur Herleif Hammer við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Eftir reglunum fær ein næmingur tvær ávaringar um burturvísing, um hann hevur meiri enn 10 prosent fráveru í øllum lærugreinum ella 15 prosent fráveru í einari lærugrein. Næningurin skal eisini hava tilboð um lestrarvegleiðing.