Fleiri nýggjar umsóknir til tekniskan stjóra

Fyri triðju ferð hevur Tórshavnar kommuna søkt eftir tekniskum stjóra eftir at Michael Viderø fór úr starvinum.

Tórshavnar kommuna hevur havt avbjóðingar í sambandi við setanina av nýggjum tekniskum stjóra. Orsøkin er, at kommunan tríggjar ferðir hevur søkt eftir tekniskum stjóra. Tær báðar fyrstu ferðirnar vóru umsøkjarar, men kommunan metti ikki, at nakar teirra var skikkaður til starvið. 

 

 

Tí varð søkt fyri triðju ferð og nú hava tilsamans 17 fólk søkt starvið, skrivar Kringvarpið í dag. Bjørgfríð Ludvíg sigur við miðilin, at ein setanarnevnd er sett at taka sær av at seta starvið, og nú verður farið undir tilgongdina. Tað fer at taka tíð og Bjørgfríð Ludvíg sigur við kringvarpið, at hon væntar tað verður klárt at leggja fyri býráðsfundin hjá kommununi 20 juni.  

 

 

Michael Viderø var tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu áðrenn, men orsaka av ósemju millum tekniska stjóran og umsitingina annars, fór hann úr starvinum við 10 mánaðar fráfaringarløn.