Lars Olsen hevur úttikið tjúgu spælarar, sum skulu venja á Tórsvølli fram til landsdystin móti Sveis í november. Talan er um spælar úr Føroyum og Íslandi.
Millum spælararnar, ið hava fingið boð eru trý nýggj andlit. Teir eru Ísak Simonsen og Jóannes Bjartalíð úr KÍ, og Andrias H. Eriksen úr B36. Eisini hevur Ári Mohr Jónsson fingið A-landsliðsboð aftur, eftir at hann hevur verið fastur maður á U21 landsliðnum í ár. Hann hevur fyrr spælt við A-landsliðnum.
Teir sum hava fingið boð eru:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Sonni Ragnar Nattestad, FH (ICE)
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH (ICE)
Tórður Thomsen, B36
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, B36
Ísak Simonsen, KÍ
Andrias H. Eriksen, B36
Fróði Benjaminsen, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Árni Frederiksberg, NSÍ
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Páll Klettskarð, KÍ