Fleiri nýggj KT-feløg sett á stovn

Seinastu broytingarnar í partafelagsskránni vísa, at fleiri nýggj KT-feløg eru sett á stovn seinastu tíðina. Tað sæst í yvirlitinum hjá Business Line, www.bl.fo

Fyrst og fremst er talan um felagið, sum skal seta í verk Talgilda Samleikan, sum er partur av verkætlanini Talgildu Føroyar. Tað vóru Føroya Tele og KT-felagið Klintra, sum í felag vunnu útboðið at seta í verk nýggja talgilda samleikan. Vinnandi tilboðið kostaði 16,4 milliónir krónur. Elektron átti hitt tilboðið, sum bleiv latið. Í summar skrivaðu Gjaldsstovan og Føroya Tele/Klintra undir sáttmálan.

Ætlanin er, at við ársbyrjan 2019 skal skipanin vera klár at taka í nýtslu, tað vil siga, at allir føroyingar tá hava fingið ein talgildan samleika. 

- Talgildi Samleikin er partur av víðfevndu verkætlanini Talgildu Føroyar. Við Talgildu Føroyum fáa vit eitt talgilt undirstøðukervi í Føroyum, sum fer at savna allar talgildu træðrirnar hjá borgarum, myndugleikum og vinnu, so gerandisdagurin verður lættari, og vit fáa effektivari og smidligari talgildar mannagongdir. Ítøkiliga verður Talgildi Samleikin brúktur til eyðmerking, innritan og undirskrift hjá øllum borgarum á talgildum tænastum, so sum tænastuportalum og netbankum, skriva Talgildu Føroyar um verkætlanina.

 

Nú er so Í/F Samtakið Føroya Tele/Klintra sett á stovn, hvørs endamál er at veita implementeringina av Talgildum Samleika til verkætlanina Talgildu Føroyar hjá Gjaldsstovuni. Tað eru Føroya Tele og Klintra, sum eiga íverksetarafelagið og mynda stjórnina í felagnum.

 

Eitt annað KT-felag, sum er sett á stovn, er smápartafelagið Halling hjá Søren Christian Halling. Endamál felagsins er at veita tænastu og ráðgeving innan KT og annað virksemi í hesum sambandi.

 

Í/F CommIT er eisini sett á stovn. Tað eru Ingibjørg Berg og Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sum hava stovnað CommIT, sum skal reka virksemi við ráðgeving og menning og virksemi í samband við veiting og tænastur innan ferðavinnuna. Ingibjørg Berg greiddi frá teirra virksemi í hesi greinini á in.fo og í Sosialinum í farnu viku.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni eru at síggja her.