16 ára gamli Steffan Kalsø umboðaði fyri fyrstu ferð KÍ í FORMULA DEILDINI, tá ið hann varð settur á vøllin fyri veteranin og einasta málskjúttan Ova Nysted. Hetta var eisini fyrsti landskappingardysturin hjá Paul Clapson. Á NSÍ liðnum var Jóhan Troest Davidsen fyri fyrstu ferð við frá dystarbyrjan í FORMULA DEILDINI, og Bogi Løkin hevði størri leiklut, enn hann áður hevur havt á besta NSÍ liðnum.