H1N1
Fleiri nýggir tilburðir hava seinastu dagarnar verið av H1N1, eisini nevnt svínakrími.
Høgni Debes Joensen, landslækni hevur munnliga fingið at vita frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at um vikuskiftið vórðu staðfestir fimm nýggir tilburðir, og ein aftur mánadagin.
Tilburðirnir kunnu tó vera fleiri enn so, tí tá ið Føroyar 16. juli fóru í fasu 6 í tilbúgvingarætlanini, varð fráboðanarskyldan hjá læknunum um tilburðir tikin burtur.