Fyribils hevur Mentamálaráðið sett seks nýggjar skúlaleiðarar.
Óli Jákup Joensen er settur sum skúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð. Hann er í løtuni varaskúlastjóri í Skúlanum við Løkin.
Johan Joensen er settur sum skúlastjóri í Tvøroyar skúla. Hann hevur verið virkandi stjóri har í eina tíð.
Jóanes N. Johannesen er settur sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla. Hann hevur verið virkandi stjóri har eina tíð.
Í Miðvágs/Sandavágs skúla er Regin Marnersson settur sum stjóri; hann hevur verið varaskúlastjóri har síðan 1. februar í ár.
Don Eyðbjarnarson Joensen er settur sum fyrstilærari í Skála skúla. Eisini hann hevur verið fyrstilærari har eina tíð.
Í Skálavíkar skúla er Ragna Leifsdóttir sett sum einalærari. Hon hevur somuleiðis verið har eina tíð.
Mentamálaráðið skal seta einalærara í Haraldssundi, tí Magna Thomassen er farin frá fyri aldur.
Skúlaleiðari skal eisini setast í Kvívík. Bjarni Heinesen varð loystur úr starvi. Richard Danielsen hevur virkað sum leiðari seinastu tíðina, men hann er farin frá fyri aldur.
Haraftrat koma størvini í Fugloy, í Mykinesi og í Dímun. Í Fugloy og í Mykinesi er ein næmingur, tveir verða í Dímun næsta skúlaár. Allir tríggir skúlarnir hava havt seravtalu við skúlar á meginøkinum.