Fleiri nýggir bólkar á GBOB

Seinasta døgnið hava tveir bólkar afturat meldað seg til GBOB. Báðir spæla fríggjakvöldið. Talan er um Almost Perfect og Skunk, báðir bólkar eru av Argjum, og báðir eru óskrivað bløð í føroyskum tónleikalívi.

 
Skunk siga um seg sjálvar, at teir spæla punk/popp/rokk, at teir venja í eini garasju á Argjum, at teir hava spælt tvær ferðir alment, og at teir hungra eftir at spæla meira.
 
Vit vita millum lítið og einki um Almost Perfect. Uttan tað, at samansetingin av ljóðföru, gittar, horn og violin, boðar frá, at talan er um okkurt annað enn heilt vanligan føroyskan rokk.
 
Almost Perfect eru:
Davur Rasmussen - sang og gittar
Niklas Mouritsen - ljómborð, horn og kór
Jakup Lutzen - Bass, kór og violin
 
 
Skunk eru:
Tróndur Dalsgarð - sang og gittar
Hans Kristian Markman - gittar
Jan Myrá - Bass og kór
Magnus Mortensen - trummir