Fleiri mist nummarplátuna í nátt

Nakrir bileigarar fingu ivaleyst ein hvøkk í morgun, tá tey komu til bilin og varnaðust, at nummarplátan var horvin. Tað er tó ein góð orsøk til tað, tí í nátt hevur løgreglan verið úti við saksinum og klipt nummarplátur.


- Løgreglan hevur verið úti og klipt tíggju nummarplátur í Havn og átta í norðurøkinum. Tað eru bilar, ið mangla at rinda vegskatt, ikki møta til sýn ella okkurt er galið við skrásetingini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.


Fyrr í vikuni boðaði Akstovan frá, at stovnurin hevði latið politistøðunum kring landið 364 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2017.