- Vit hildu ikki, at vit framhaldandi kundu halda fólkinum aftur, og tí gjørdu vit av at siga teimum tímaløntu úr starvi, sigur Jákup Eli Thomsen, stjóri á Salm Pro. Nú einki framleiðsluvirksemi hevur verið á laksavirkinum Salm Pro í Fuglafirði seinastu vikurnar, hevur leiðslan gjørt av at siga øllum teimum tímaløntu, sum hava verið knýtt at virkinum, úr starvi.
Stjórin, Jákup Eli Thomsen, sigur, at arbeitt verður við at finna langtíðaravtalur um laksaportiónir, og arbeitt verður soleiðis við, at framleiðslan verður tikin uppaftur.
Feløgini, sum eiga Salm Pro í Fuglafirði, eru Viking Seafood á Strondum, Faroe Farming í Suðuroy og Faroe Seafood ? við einum triðingi í part.
Hetta er aðru ferð í ikki so drúgva tíð, at laksavirkið í Fuglafirði letur aftur.
Tað var Faroe Seafood, sum átti og rak virkið, men tá tað læt uppaftur miðskeiðis í summar, var tað saman við nýggjum partaeigarum.
Framleiðsluvirksemið á Salm Pro hevur ligið stilt einar 5-6 vikur, og herfyri tók so leiðslan avleiðingarnar av hesum.
Nøkur fá fólk eru framvegis í starvi hjá felagnum og stjórin, Jákup Eli Thomsen, sigur, at arbeitt verður framvegis við, at laksavirksemið hjá Salm Pro verður tikið uppaftur.
- Vit hildu ikki, at vit framhaldandi kundu halda fólkinum aftur, og tí gjørdu vit av at siga teimum tímaløntu úr starvi, meðan arbeitt verður við eini loysn. Fleiri hava spurt, hvussu verður, og vit hava latið tey vitað, at tey, sum arbeiddu hjá okkum, standa fremst í røðini at fáa arbeiði aftur á virkinum, sigur stjórin, Jákup Eli Thomsen.