Fleiri milliónir mist hús og heim

Altsamt fleiri lond senda neyðhjálp til Bangladesh, men framvegis hava túsundtals fólk einki til matna, og milliónir hava mist hús og heim

Tapan Chowdhury, ráð­harri, sum millum annað umsitur náttúruvanlukkur, sigur við BBC, at higartil hava myndugleikarnir fing­ið góðar 700 mió. krónur í stuðuli úr øðrum londum. Av hesum er nógv tann størsti parturin komin úr Saudiarabia, men lond sum Bretland, USA og Noreg hava eisini veitt hjálp. Pengarnar hava myndug­leikarnir brúkt til at útvega neyðstøddum í fjarskotnum bygdum mat, vatn og heili­vág, sigur hann.

Men tørvurin á mati er stór­ur, og hjálpar­felags­skapir siga søgur um, at í summ­um bygdum fram við strondini eru fólk farin til hendurs um rís, tí eingin hjálp er komin hagar enn.

- Vit hava einki at eta, men vit royna at halda okk­um á lívi við onkrum, sum vit finna, og sum kann etast, sigur eitt eygnavitni við BBC.

Teir størstu hjálpar­felags­skapirnir vænta, at talið á deyð­um eftir tropisku ódnina fer at koma upp á 15.000. Myndugleikarnir siga, at umleið 500.000 hús eru løgd í oyði, og at 845.000 onnur hús hava fingið stóran skaða.