Fleiri miðnámsnæmingar í Suðuroy

43 næmingar byrjaðu á Miðnámsskúlanum í Suðuroy í gjár Tá Miðnámsskúlin í Suðuroy fór undir nýtt skúlaár í gjár, byrjaðu 43 næmingar sína skúlagongd har. Tað er seks fleiri enn fyri einum ári síðani.

Av teimum 43 eru 17 á málsligu deild, meðan 26 eru byrjaðir á matematisku deild, skrivar Suðuroyarportalurin.

Í fjør byrjaðu 37 næmingar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tá vóru 13 á málsligu deild og 24 á matematisku deild.