Fleiri menn enn kvinnur vilja hava CQWX og Z

Kanningin hjá Lóður, sum vísir at 64 prosent av Føroya fólki eru fyri at fáa fremmandu stavirnar inn í stavraðið, vísir eisini, at tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum eru av hesi áskoðan.

Kanningin hjá Lóðri, sum vísir at 64 prosent av Føroya fólki eru fyri at fáa fremmandu stavirnar inn í stavraðið, vísir eisini, at tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum eru av hesi áskoðan.

 

70 prosent av monnunum hava svarað ja, meðan 59 prosent av kvinnunum hava svarað ja.

 

Av teimum, sum eru ímóti, eru 24 prosent av monnunum og 27 prosent av kvinnunum. 7 prosent av monnunum vita ikki, meðan tann parturin av kvinnunum er tvífalt so stórur, 14 prosent.