Fleiri matstovur á flogvøllin

Raksturin av virksemi við matsølu í Vága floghavn verður nú alment boðin út.

 

Útboðið fevnir um rættin til rakstur av matsølu frá teimum nýggju hølunum hjá Vága Floghavn.

 

Talan er um tvey matstøð í tí nýggju farstøðini á flogvøllinum umframt matstaðið og part av økinum við matstovuna í tí gomlu farstøðini.

 

Sáttmálaskeiðið skal eftir ætlan byrja í seinasta lagi tann 1. juni næsta ár.