Fleiri mál enn í fjør

Tað er málið, hjá Karstini Højgaard, sum skoraði málið hjá AB í gjár

Argjamenn hava ikki fingið eina dreymabyrjan upp á kappingarárið. Í gjár var tað við bit og slit, at AB vann á TB, sum spælir í 1.deild. Tað var ikki fyrr enn eftir brotssparkskapping, at argjamenn tryggjaðu sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

 

 

Les eisini: Clayton seksfaldur málskjútti

 

Uttan Jóan Símun Edmundsson í álopinum var ilt at síggja hvat málini skuldu koma frá. Tað var ikki fyrr enn Karstin Højgaard kom á vøllin, at AB megnaði at trýsta TB í botn eina løtu. Málið kom stutt seinni.

 

Les eisini: Óli í álopinum

 

Karstin Højgaard fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum í fjør, tá hann upp til fleiri ferðir kom inn og skoraði avgerandi mál. Nú hevur hann sett sær eitt mál, um at skjóta fleiri mál enn í fjør.

 

Løgmanssteypið

1. umfar

Leygardagin 5. apríl

 

AB-TB 1-1 (0-0) 4-2 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping

1-0: Karstin Højgaard 67.

1-1: Ragnar Tausen 87.

 

Brotssparkskapping:

1-0: Karstin Højgaard

1-0: Martin Tausen - i stólpan

2-0: Bárður Olsen

2-1: Ragnar Tausen

2-1:Jónas Stenberg – Ivan Stojkovic bjargaði

2-1: Rógvi Joensen – í stólpan

3-1: Jobin Drangastein

3-1: Heini M. Mortensen – omanfyri tvørtræið