Tann lága rentan ger, at munurin á innlánsrentuni og útlánsrentuni hjá teimum donsku peningastovnunum er so lítil, at teir forvinna ikki so nógvar pengar longur.
Tað hevur fingið peningastovnarnar at umhugsa at taka fleiri ómaksgjøld frá viðskiftafólkinum, skrivar Børsen. Blaðið skrivar, at tey seinastu tíggju árini hava peningastovnarnir økt inntøkuna av ómaksgjøldum úr seks upp í sekstan milliardir krónur. Tað merkir, at ein triðingur av inntøkunum hjá peningastovnunum stavar frá ómaksgjøldum, og hóast tað ljóðar av nógvum, er hetta munandi minni enn aðrastaðni. Eitt nú stava 56 prosent av inntøkunum hjá teimum svensku bankunum frá ómaksgjøldum, og í Niðurlondum eru tey 45 prosent av inntøkuni.
Aðalstjórin í Danske Bank, Peter Straarup, heldur ikki, at tað ber til at hækka verandi ómaksgjøld. Ístaðin fyri eiga peningastovnarnir at geva viðskiftafólkinum okkurt nýtt, sum teir so kunnu forvinna meiri pengar burturúr, sigur hann við Børsen.










