Fleiri ímóti ES

Fleiri norðmenn hildu, at tað var ein politisk roynd at fáa størri undirtøku fyri norskum limaskapi í ES, tá norska Nobel-nevndin herfyri gjørdi av at lata ES friðarheiðurslønina í ár. Men okkurt bendir á, at úrslitið er tað øvugta.

Vigdis Hobøl, sum er leiðari í felagsskapinum Nei til EU, sigur við norska kringvarpið, at síðani Nobel-nevndin kunngjørdi avgerð sína, hevur felagsskapurin fingið 550 nýggjar limir. Hon vísir í hesum viðfangi á, at limaskarin er minkaður tey bæði seinastu árini, men at nú er vend komin í.

Kanningar hava víst, at umleið tríggir fjórðingar av norska fólkinum eru ímóti, at landið skal fara upp í ES.