Talan tykist ikki vera um ein einstakan tilburð, nú Sladjana Petrovic fær at vita, at hon ikki fær longt uppihaldsloyvi.
Talið av útlendingum í Føroyum, sum hava bíðað eftir svarið um longt arbeiðsloyvil ,er stórt, og eftir øllum at døma eru fleiri frámæli ávegis.
Sambært keldum, sum Sosialurin hevur tosað við, er talan kanska um 40 mál av líknandi slag. Altso mál, har útlendingur hevur bíðað eftir svarið í meira enn eitt ár. Og har svarið nú verður noktandi.